Hvat gert tú um barnið fær okkurt galið í hálsin? Ella um tað fær okkurt kókandi heitt omanyvir seg?
Í støðuni er tað bert tú ið kann geva lívbjargandi hjálp, og tí er tað sera týdningarmikið at duga.
Vit undirvísa í bráðfeingishjálp til pinkubørn!
Vit læra eitt sindur um barnakroppin, blokeraða andaleið, hjartasteðg viðgerð, brennisár, forgiftningar, feburkrampar og aðrar barnasjúkur.
Skeiði varðar í ein tíma, og børnini eru vælkomin við.
Bóka tær pláss HER