Barnakonuyoga

Barnakonuyoga

At vera við barn er eitt tað stórsta upplivilsi ein kvinna kann uppliva. Tó er eingin burðartíð tann sama. Har kunnu koma nógvar ymiskar kenslur. Nógv gleði, men kanska eisini sorg og stress. Við yoga kanst tú finna eitt hvíldarstað. Eitt stað, har tú fært tíð at føla allar broytingar, sum henda inni í tær. Tað kann gera yvirgangin frá kvinnu til móður at følast lættari og meira natúrligan. Hetta skeiðið fer at fyrireika teg bæði kropsliga og sálarliga til barnsburðin.

 

Eisini verður dentur lagdur á at styrkja kroppin. Styrki og smidleiki eru bæði við til at tryggja tær eina góða barnsburðaruppliving. Tað kann eisini lætta um pínu og aðrar ampar, sum kunnu fylgja við í barnsburðinum.

 

Sjálvandi verður eisini arbeitt við djúpari hvíld og avspenning. Hetta hjálpir tær at kenna nærveruna við ófødda barnið. Tað gevur tær nøkur góð minni saman við ófødda barninum.

 

Tú fert eisini at læra andadráttsvenjingar, fyri at finna róð bæði í kroppið og sinnið. Hesar andadráttsvenjingar vera tí lættir hjá tær at brúka undir føðing og kunnu hjálpa tær at gera føðingina til eina ‘meditativa’ uppliving.

 

Við barnakonuyoga gert tú nakað gott fyri teg og fyri títt barn.

 

Mítt ynski er at eftir skeiði, følir tú teg sterka og trygga í tínum kroppi. Og við hesum kanst tú ganga føðingini ímóti við einum stórum vónríkum smíli.

 

Hetta skeiði verður 6 mánadagar frá kl. 18:15 – 19:30

30. okt. – 4. des. 2023

Prísur 1000 kr.

 

Undirvísari: Mai Høgfeldt Olsen

Frá: kr.1,000.00

Scroll to Top