Fyrilestur um bróstageving og ta góðu byrjanina!
At vera væl fyrireikað økir um møguleikan fyri einari róligari byrjan og fyri at bróstagevingin gongur væl.
Fokus verður á tær fyrstu vikurnar, trivnaðurin hjá nýføðinginum og hvat tit sum foreldur sjálvi kunnu gera, fyri at fáa eina góða byrjan á bróstagevingina og nýggju tilveruna.
Vit fara í dýpdina við hvussu tann normala gongdin veruliga er – tí tað normala er ógvuliga breitt. Eisini verður greitt frá teimum vanligastu trupulleikunum og avbjóðingunum og hvussu tit kunnu handfara hesar.
Somuleiðis vera onnur evni á skránni, t.d. ymisk útgerð og hjálpitól; hvat er gott og hvat er minni gott. Tað verður lagt upp til eina hugnaliga løtu, har øll kunnu kenna seg væl.
Møguleiki er eisini fyri at seta spurningar aftaná uppleggið. Fyrilesturin er væl egnaður til:
- Fyrstuferðseigandi, ið vilja fyrireika seg.
- Tær ið hava ringar royndir.
- Tær, ið av ymiskum orsøkum hava havt misseydnaða bróstageving og ynskja at royna aftur við næsta barninum.
- Tær, ið longu geva bróst, men ynskja at læra meir.
- Ja, nærum ein og hvønn við áhuga fyri bróstageving.
Eitt sindur um meg handan Mjólkarásina:
Eg eiti Edith Egholm Rein, eigi 4 børn og búgvi á Velbastað.
Eg eri útbúgvin B.Sc. innan sjúkrarøkt í 2017, og havi síðani tá starvast á føðideildini, har eg havi arbeitt nógv innan barsilsrøkt, bróstageving og síðani specialiserað meg innan neonatologi, sum er røkt av sjúkum og ov tíðliga føddum børnum. Eg havi ein stóran áhugað innan bróstageving og pinkubarnatrivnað og eri næstan liðug útbúgvin sum IBCLC’ari, tvs. internationalt cerficeraður ráðgevi innan bróstageving.
Eg ynski at geva føroysku kvinnunum bestu fortreytir fyri eina væleydnaða bróstageving, og at hjálpa og stuðla við at finna røttu loysnina til einstøku familjuna.
Frá: kr.199.00