Vælkomin til okkara heimasíðu

Hvørjar eru vit?

Vit eita Jeannett Hovgaard Djurhuus og Rannvá Patursson. Vit eru vinkonur ígjøgnum nógv ár og saman eiga vit ÍVF Olivia.

Vit hava verði í barnsburðarfarloyvi í nøkur ár tilsamans og tí brenna vit so innarliga fyri hesari kaffistovu.

OLIVIA er ein kaffistova, ið hevur fullkomnu karmarnar til øll, men serliga til tykkum, ið koma á gátt við børnum.

Jeannett Hovgaard Djurhuus

Jeannett er 30 ár og eigur tvær gentur, Lea er 2 ár og Nanna er 1 ár. Jeannett hevur arbeitt í nógv ár í Danmark, har hon hevur tikið útbúgving sum ambulansubehandlari. Eftir 10 ár í Danmark, valdi Jeannett at venda nøsina heim aftur til Føroyar, fyri at vera tættari við familjuni og kunna fullfíggja eitt nýskapandi hugskot hon hevði fingið. Jeannett rekur OLIVIA og hevur dagliga arbeiði, eins og hon eisini er stjóri í OLIVIA.

Rannvá Patursson

Rannvá er 29 ár og eigur eisini tvey fitt børn, Karl er 6 ár og Ida er 3 ár. Dagliga starvast Rannvá sum skrivstovufólk og bókhaldari, og hevur gjørt tað síðan hon var útlærd í 2017. Rannvá er ikki líka ofta at síggja í OLIVIA, eins og Jeannett, hetta tí at Rannvá hevur skrivstovu- og bókhaldspartin av felagnum. Tó kunnu tit meir enn so vera heppin at fáa eitt prát við Rannvá, tá hon er at síggja í OLIVIA.

Olivia

Børnini eru framtíðin og í Føroyum verða fødd nógv børn um árið. Barnavognarnir eru ógvuliga sjónligir í býarmyndini, og barnsburðarfarloyvi gerst bert longur.

Tað ið er serligt við OLIVIA, er møguleikin at nýta eitt serligt innrætta leikurúm til børn. Rúmið inniheldur alt ið skal til fyri at stimbra børnum, serliga í aldrinum 0-4 ár. Vit hava sjálvandi eisini barnabøkur, farvublýantar , putlispøl, brettaspøl og ymiskt annað til tey størru børnini, so tey eisini kunnu fáa eina hugnaliga løtu.

Góðir praktiskir karmar til at skifta børnunum eru tøkir og eisini friðarligt umhvørvið til bróstageving.

Ein perla í miðbýnum til foreldur, mammubólkar, ommur, abbar, systkin, daddur, ja øll tey ið ynskja sær ein góðan og lættan bita, ella bert ein heitan kaffimunn, har ið barnið samstundis verður stimbra og er serliga vælkomið á gátt.

Hugnaliga umhvørvið bjóðar heilsugóðan og lættan mat til bæði vaksin og børn at njóta í friðarligum, hugnaligum og reinligum umhvørvi. Ein serlig matskrá er sjálvandi til børnini eisini.

Vit vita, at man kann gloyma bæði mat og blæur til tey minstu tá man fer heimanífrá. Hetta hava vit sjálvandi eisini til keyps. Pláss er eisini uttanfyri til barnavognar, so børnini kunnu sova ímeðan tey vaksnu fáa sær ein kaffimunn, í frið og náðum.

Hvaðani kom hugskotið?

Vit hava báðar verði í barsil tvær ferðir í part, og hava saknað eitt slíkt stað í Føroyum. Eitt stað, ið hevði fullkomnu karmarnar tá tú fer út á kafe við børnum. Og ikki minst tá man stendur í neyð í miðbýnum, tí barnið er svangt ella er vátt upp eftir øllum rygginum. Tí tað er veruleikin. Tað hendir meir enn so. Jeannett hevur búð í Keypmannahavn, og var í barsil har við fyrsta barninum. Har vóru slíkar kaffistovur, ið hon hevur nýtt ógvuliga nógv.

Fyrsti fundur...

Vit høvdu okkara fyrsta fund 25.09.2020 og felagið er stovna 04-05-2021. Hóast vit hava arbeitt málrætta í langa tíð, áðrenn dreymurin gjørdist veruleiki, manglaðu vit bara eitt høli. Vit fóru beint til verka at leita eftir einum høli, ið var passandi til endamálið, men hetta var ikki so lætt sum vit hildu. Tað einasta sum hevur seinkað okkara verkætlan, var júst hetta. Vit høvdu enntá fingrarnar í onkrum hølum, sum ikki bleiv til nakað alíkavæl. Tú kanst ætla at vit í dag, eru glaðar fyri, at tey hølini ikki blivu til nakað. Tað hølið vit hava í dag, var vert at bíða eftir.

Vit gleða okkum at síggja teg!

Scroll to Top